Danny & The Veetos í Spaniastovu.

Danny & The Veetos fara á pall í annaðkvøld.

30.mai kl 22 spæla Danny & The Veetos í Spaniastovu. 
Á konsertini fara teir at spæla síni egnu løg og okkurt coverlag verður eisini at hoyra.


Um Danny & The Veetos
Danny & The Veetos spæla egin løg. Sjangran er merkt av folk/pop við nøkrum elektroniskum elementum í. Tónleikurin er rættiliga lívligur og fullur av orku til allar aldursbólkar. 


Danny & The Veetos er úr Klaksvík. Ljóðførini teir brúka eru góðar røddir, trummur, acoustic guitar, el guitar, bass, synth bass, synth, keys, ukulele og trompet.


Teir í manna bólkin eru: 
Danny Baldursson, Símun Dam, Jóhan Nolsøe, Robert Waagstein, Páll Brim Joensen, Rúni Hentze og Leivur Vitalis