Dansaðu føroyskan dans við ferðafólkunum

Í dag vitjar ferðamannaskipið Ocean Endeavour í Vági.

Skipið kom á Vág um 11 tíðina fyrrapartin, og seinnapartin hava fólk verið ymsastaðni og hugt seg um, og skipað hevur verið fyri túrum.

 

Beint eftir døgurða slóu fólk ring á bryggjuni, og skipað var so fyri, at ferðafólk sluppu at dansa føroyskan dans.

 

Í kvøld er hugni umborð, har m.a. lokalir tónleikarar undirhalda, og skipið stevnir seinni norður um Suðuroyarfjørð og til Havnar.

 

Ocean Endeavour er bygt í 1982 og er 137 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið kom frá Kirkwell og á Vág.

 

##med2##