Dansibandsfestivalurin byrjaður og hópur av húsvognum komnir til Vágs

Í kvøld er hol sett á skránna á ársins dansibandsfestivali.

Dansibandsfestivalurin í Vági hevur 10 ár á baki, og hevur bara ment seg hesi árini.

 

Í kvøld byrjaði festivalurin við syngi við kvøldi á Hamragarði og eisini er pub quiz í kvøld á Jugga.

 

Sera nógvir húsvognar seta dám á vesturi á Eiðinum í Vági, ið er karmur um festivalin. Og tað frættist fyrr í kvøld, at enn fleiri eru væntandi, tí sera nógv fólk og vognar vóru við Smyrli suður í kvøld.

 

Í morgin er kalt borð og syngið við kvøld. Upp á Tá í KVF sendir beinleiðis úr Vági, har føroyskir bólkar spæla. Leygarkvøldið standa norskir dansibandsbólkar fyri dansinum.

 

##med2##

 

##med3##