Dansibandsfestivalurin so smátt byrjaður

Dansibandsfestivalurin 2025 í Vági er so smátt við at byrja.

 

Í øllum førum eru nógv av teimum, ið eru í húsvogni, komin upp á pláss.

 

Tað sæst vesturi á Eiðinum í Vági, har Dansibandsfestivalurin er, og har húsvognarnir nú fylla væl í landslagnum.

 

Í annaðkvøld verður av álvara byrjað, tá Upp á Tá sendir beinleiðis frá festivalinum, og felagssangur og dansur er á skránni.

 

Skráin fyri festivalin sæst á facebook vanganum hjá Dansibandsfestivalinum.

 

##med2##