Dansihugni er felag í Klaksvík, sum hevur til endamál at dansa og undirvísa í fólkadansi. Dansað verður í fimleikarhøllini í Skúlanum á Skúlatrøð hvørt sunnukvøld alla vetrarhálvuna.
Nevndin í felagnum vísir á, at frá klokkan 19.30 til 20.30 verður undirvíst í vanligum enskum dansi, foxtrot, valsi og polka, og frá klokkan 20.30 til 22 verður undirvíst í fólkadansi.
- Byrjað verður aftur at dansa 13 . september klokkan 19.30, og vit ynskja at fáa so nógvar nýggjar dansarar við sum gjørligt.
Nevndin vísir á, at tey arbeiða við ymiskum ætlanum fyri veturin. Eitt nú er ætlanin at skipa fyri eini uttanlandsferð, tá dansiárið endar. Hvagar farið verður, er ikki avgjørt enn.
- Ætlanin er at skipa fyri nøkrum hugnakvøldum, har dansifeløg úr øðrum pørtum av landinum verða boðin við, og ætlanin er eisini at vitja onnur feløg, verður lagt aftrat.