Dansikonsert í Føroyahúsinum

Fríggjakvøldið 22. juni verður ein dansikonsert við dansi/tónleikabólkinum Audio Visual Delivery í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tey, ið manna bólkin eru dansarnir Kristina Sørensen Ougaard og Matilde Wendelboe Dresler, og tónleikarnir eru Matias Seibæk og Peter Barnow.

 

Kristina og Matilde hava báðar eina BA í Contemporary Dance frá London Contemporary Dance School. Matias spælir ásláttur og er útbúgvin á konservatoriinum í Keypmannahavn og gongur í løtuni á solistlinjuni. Peter er somuleiðis útbúgvin á Konservatoriinum og hevur harafturat eina master í elektroniskum tónleikasmíðið frá Goldsmiths College í London.

 

Framført verða verk eftir Per Nørgaard og koreografiini hava Kristina og Matilde staðið fyri.

Framførslan er sprottin úr hugleiðingum um tær avgerðirnar, vit menniskju mugu taka í okkara gerandisdegi, um krøvini man skal liva upp til og hvussu vit definerað okkum sjálvi í mun til onnur og okkum sjálvi. Tó er tað eisini upp til áskoðaran at tulka og skapa sær sínar egnu tankar og hugsanir um framførsluna. Framførslan byrjar kl.20. Kostnaður 100 kr.