Leygarkvøldið 5. august verður stór dansinátt í Øravík.
Tað eru tey fýra dansifeløgini í Suðuroynni, ið skipa fyri tiltakinum, sum verður á hotellinum í Øravík.
Men tey leggja dent á, at tiltakið er alment, so at ein og hvør, sum hevur hug til føroyskan dans, er vælkomin við.
Tey, sum eru limir í onkrum av teimum fýra dansifeløgunum melda seg til hjá teimum.
Tey, sum ikki eru limir í nøkrum dansifelag, kunnu melda seg til beinleiðis hjá hotellinum í Øravík. Seinasta freist at melda til er týsdagin 3. august.
Dansináttin byrjar við døgverða á hotellinum, har fólk kunnu velja ímillum tríggjar høvuðsrættir, lambasteik, oksasteik ella fleskasteik. Tað, sum tey vilja hava útyvir tað, betala fólk sjálvi.
Annars kostar atgongumerkið 100 krónur og tað er galdandi fyri bæði døgverða og dans.
Tey, sum bara bara fara í dans, betala 50 krónur.
Tey fýra dansifeløgini í Suðuroy eru Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar í Vági, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag.