Føroyskir dansur
Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Suðuroy fyri øll tey mongu kring landið, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi.
Tá verður nevniliga skipað fyri eini føroyskari dansinátt á gistingarhúsinum í Øravík.
Nú í nøkur ár hava dansifeløgini í Suðuroy, skipað fyri eini føroyskari dansinátt á hásumri og har plaga heilt nógv fólk at vera við, eisini norðaneftir.
Og í ár verður dansináttin sostatt leygarkvøldið.
Av tí, at tiltakið er á gistingarhúsinum, fáast møguleikarnir at gista, ikki betri og tey, sum ikki hava hug at bíða til kvøldtúrin sunnukvøldið, kunnu fara norður við Smyrli longu klokkan sjey á morgni.
Dansináttin byrjar við borðhaldið klokkan 20, har borðreitt verður við heitum mati við eplum, sós, salati og onkrum góðum omaná.
Og so verður dansað alla náttina.
Alt tiltakið kostar 180 krónur.