Samstundis sum tað frættist úr fleiri londum, at tann búskaparliga kreppan er um at hasa av, og at vend er komin í, ásanna danskir myndugleikar nú, at støðan hjá tí danska búskapinum er verri, enn fólk hava hildið.
Eitt nú høvdu politikararnir og búskaparfrøðingar væntað, at bruttotjóðarframleiðslan fór at minka 1,5 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár, men nú tey endaligu tølini liggja á borðinum, vísir tað seg, at afturgongdin var heili 2,6 prosent, sigur DR.
Orsøkin er sambært teimum serkønu, at bilasølan er framvegis í botni, og at danir keypa minni sum heild nú enn fyrr.