Danska fíggjarlógin stórt hall

Í dag fer danska stjórnin at almannakunngera fíggjarlógaruppskotið fyri 2010. Frá stórum avlopi í ár fer Danmark til enn størt hall næsta ár. Fyri nøkrum mánaðum síðani segði Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, at hallið á donsku fíggjarlógini fyri 2010 fór at verða um 60 milliardir krónur ímóti 60 milliardum krónum í avlopi í ár.

Men sambært donskum fjølmiðlum er tað endaliga talið í uppskotinum vorðið til 85 milliardir krónur í halli.

Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við TV2, at búskaparkreppan er vorðin verri enn væntað.

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010 verður lagt fram á middegi í dag.