Danska luftrúmið eisini stongt í dag

Danska luftrúmið verður ikki latið upp fyri flogførum fyrr enn í fyrsta lagi klokkan sjey í kvøld. Naviair, sum umsitur trygdina í luftrúminum, sigur, at so leingi øska frá gosinum í Íslandi rekur ímóti donskum luftrúmi, verður eingin flúgving.

Eitt íslendskt kanningarflogfar fleyg nærhendis gosinum í nátt, og mátingar vístu, at øskan frá gosinum fer ikki so langt upp í atmosferuna nú sum í fyrstani. Nú sendir gosið øsku seks kilometrar upp í loft. Ta fyrstu tíðina fór øskan meiri enn 10 kilometrar upp.

Samstundis vístu mátingarnar, at øskan er reinari nú. Íslendska veðurstovan sigur kortini, aqt broytingarnar merkja ikki, at gosið er um at hasa av.

Danski veðurmaðurin Jesper Theilgaard sigur við DR, at broytingarnar eru avgjørt til tað betra.