Danska stjórnin játtar milliónir til undirvísing í føroyskum

Tað er ikki annað enn rímiligt, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

Tað er nú greitt, at á donsku fíggjarlógini fyri næsta ár, verða sjey milliónir játtaðar til undirvísing í føroyskum í Danmark - og til undirvísing í Føroyum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur, at hetta er úrslitið av eini semju, hann hevur gjørt við donsku stjórnin.

Í morgum hevur Fólkatingið samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár, og har eru tvær milliónir settar av til at tryggja føroyska skúlaverkinum atgongd til eina ørgrynnu av bókmentum, filmum og sjónvarpstilfari, sum kann nýtast í undirvísingarhøpi.

Hetta er ein avtala, sum er gjørd í samstarvi við Mentamálaráðið í Føroyum.

Tá ið tað er fingið í lag – og tað verður væntandi næsta ár – fáa lærarar og næmingar í føroyska skúlaverkinum atgongd til nettænastuna, mitCFU, við meira enn 42.000 donskum og útlendskum sjónvarpsrøðum, fleiri enn 500 norðurlendskum og altjóða filmum, umframt fleiri enn 300 av mest eftirspurdu fagurbókmentunum til undirvísingarbrúk á miðnámi og í fólkaskúlunum, sigur fólkatingsmaðurin.

Somuleiðis eru fimm milliónir settar av á donsku fíggjarlógini til at styrkja undirvísing og gransking í føroyskum á universitetinum í Keypmannahavn.

Hetta er ein avtala, sum er fingin í lag í samstarvi ímillum Fróðskaparsetrið í Føroyum og universitetið í Keypmannahavn.

Á universitetinum hava tey smærru fakini – eisini føroyskt – verið í vanda fyri at verða spard burtur

Hetta hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi á Fólkatingi tikið upp og nú verður undirvísingin í heldur styrkt ístaðin fyri at verða spard burtur.

– Í Føroyum nýta við nógva orku og pengar uppá at læra øll børn danskt. Tí er tað ikki annað enn rímiligt, at einasta staðið í Danmark, har undirvíst verður í føroyskum, verður ment, sigur Sjúrður Skaale í einum tíðindaskrivi í morgun.

Hann sigur, at nýggja játtanin hevur við sær, at ein lektari – helst føroyskur – verður settur í trý ár. Hann fer at virka uppá tvørs á ymiskum lærugreinum, og geva lesandi á fleiri økjum innlit í føroysk viðurskifti.

Harumframt fer ein at skrivað doktararitgerð í einum føroyskum evni, og viðkomandi fer eisini at undirvísa.