Danske Bank: Danmark missir 100.000 arbeiðspláss

115.000 danir verða arbeiðsleysir í 2010. Í seinastu útsagnunum um ?Nordisk Økonomi?, sum kemur hvørt kvartal, metir Danske Bank, at danski búskaparvøksturin verður negativur í minst tvey ár, eisini verður sagt, at arbeiðsloysi fer at økjast nógv.

Eftir trý ár við fallandi arbeiðsloysi vendi myndin í oktobur, Danske Bank ivast ikki - arbeiðsmarknaðurin fær tað trupult í komandi tíðum.

?Vit eru ikki í iva, tíðirnar fara at broytast, og arbeiðsloysi fer at økjast skjótt tey komandi árini,? tað skrivar bankin í nýggjastu meting síni, bankin heldur at í 2010 verða 115.000 danir arbeiðsleysir, men teir leggja afturat, at tað er sera trupult, at gera metingar í løtuni.

Tað kann verða vandi fyri, at støðan gerst nógv truplari, enn mett verður, um bankakreppan versnar, og bankarnir steðga við at lána pengar út.

Men tað kann eisini verða, at hjálparpakkarnir og tey politisku tiltøkini fara at gera betri nyttu enn mett verður.

Í nýggju metingini metir Danske Bank at búskaparvøksturin í Danmark verður negativur bæði í 2008 og 2009, við ávikavíst -0,8% og -0,7% og at í 2010 verður hann positivur við 0,5%. Tað er munandi minni enn fyrr mett.