Danske Bank illa umtóktur

Hvørki Danske Bank ella forstjóri hansara eru serliga væl umtóktir millum danskar vinnulívsleiðarar Danske Bank, sum er tann størsti bankin í Danmark, hevur trupullleikar við umdøminum.

Í einari kanning hevur Berlingske Tidende spurt fleiri enn 2.000 vinnulívsleiðarar, hvat teir halda um teir 140 peningastovnarnar í landinum, og her hevur Danske Bank tann ivasama heiðurin at enda sum nummar 137.

Peter Straarup, forstjóri í Danske Bank, viðgongur fyri Berlingaranum, at eftir øllum at døma hevur bankin ikki megnað sína uppgávu nóg væl.

Sjálvur fær forstjórin ikki tað besta umdømið frá vinnuleiðarunum. Teir flestu halda, at hann er við til at toga umdømi bankans niðureftir.