Í gjárkvøldið skuldu danir royna at spæla seg allan vegin til HM-finaluna í manshondbólti, tá teir møttu Póllandi í hálvfinaluni. Teir høvdu valt at seta ein av spælskiparunum, Claus Møller Jacobsen, og hálva føroyingin, Hans Lindberg, uttanfyri til henda dystin. Hans Lindberg, tí at hann lá heima í songini við krími.
Undan dystinum mettu tey flestu, at Danmark var lítil favoritturin, men tó væntaðu at kalla øll ein javnan dyst, tí skjúttarnir hjá Póllandi eru also ikki lættir at steðga.
<B STRONG steðga< at til ikki var normal"$?$end$!$Bielecki>
Fyrstu løtuna var einki, sum bendi á, at Danmark skuldi fáa trupulleikar við at skjóta mál ímóti Póllandi. Tá góðir fimm minuttir vóru farnir, smekkaði Per Leegard bóltin í málið til 6-4, og hesa løtuna tóktist einki at vera óført hjá dønum, men so steðgaði brádliga upp.
Næstu løtuna tóku skjúttarnir hjá Póllandi fullkomiliga yvir, og serliga Karol Bielecki á vinstra bakki vísti stóra styrki. Pólland fór frá 4-6 til 8-6, og so føldi Ulrik Wilbek seg noyddan at taka Time Out.
Hetta vísti seg at hjálpa hjá dønum. Nú kom aftur gongd á spælið, og ikki gekk long tíð, so stóð aftur á jøvnum ímillum liðini. Lasse Boesen á vinstra bakki hjá dønum var sera týdningarmikil hesa fyrstu løtuna av dystinum, har hann fekk nógv góð mál.
<B STRONG málmannin< normal"$?$end$!$Skiftu>
Um miðjan fyrra hálvleik valdi polski venjarin at skifta málmannin, Slowomir Szmal, út. Szmal hevur verið heilt fantastiskur í HM-endaspælinum, og tí var onkur, sum risti við høvdinum, tá ið Adam Weiner kom inn í málið. Hetta gjørdist tó ein avgerandi útskifting í dystinum, tí Weiner stóð ein heilt fantastiskan dyst í málinum, og eftir dystin bleiv hann eisini kosin at vera dystsins maður.
Seinna partin av fyrra hálvleiki tók Weiner ofta broddin av danska álopinum við sínum framúrskarandi bjargingum, men um hetta mundi byrjaði danska verjan eisini at fáa fatur á polsku skjúttunum. Tí var so at siga eingin munur á liðunum, og tá tey fóru til steðgin var alt púra opið. Tá førdi Pólland við einum máli.
<B STRONG útvísingar< normal"$?$end$!$Dýrar>
Pólland legði betri fyri í seinna hálvleiki, og eftir eini lítlari løtu, høvdu teir lagt seg á odda við trimum málum. Danmark fekk tó mest sum alt fyri eitt minka um munin niður í tvey mál, men so í stóð í stað hjá báðum liðunum. Í eina langa løtu fingu liðini slett ikki mál, og her lá dysturin líka sum og vippaði.
Danmark var liðið, sum breyt tómgongdina, og so gekk skjótt. Løtu seinni vóru teir komnir uppá javnt, og nú tóktust danir at hava funnið seg til rættis á vøllinum. Kasper Hvidt var eisini byrjar at fáa fatur á skotunum hjá polsku skjúttunum, men so fingu danir ein mest sum beint framman á. Teir blivu raktir av tveimum útvísingum upp í slag til Søren Stryger og Joachim Boldsen, og so legði Pólland seg aftur á odda.
Hesa løtuna høvdu danir tó munin, og ímóti endanum komu teir aftur uppá javnt, og tá ið fimm minuttir restaðu, legði Danmark seg á odda fyri fyrstu ferð í langa tíð, og nú var alt lagt til rættis til ein danskan sigur.
<B STRONG dystin< avgjørt normal"$?$end$!$Kundu>
Danmark hevði ikki meir enn lagt seg á odda, so fekk Joachim Boldsen sína næstu útvísing, og so javnaði Pólland aftur við máli frá Karol Bielecki. Danmark megnaði tó at leggja seg á odda enn einaferð í undirtali, tá ið Lasse Boesen skoraði eitt sera flott mál uppá ein sokallaðan flúgvara, sum Jesper Jensen kastaði til hann.
Pólland royndi so at fara í álop í yvirali fyri at fáa tað útjavnandi málið, men Kasper Hvidt bjargaði polska skotinum, og so førdi Danmark við einum máli, og bert ein góður minuttur var eftir at spæla. Danmark fór so í álop, og her bleiv Michael Knudsen spældur púra leysur á strikuni, og so hevði hann møguleika at avgera dystin. Málmaðurin bjargaði tó royndini, og so fekk Pólland ein síðsta møguleika at javna. Hesum tók Karol Bielecki sær av sum ikki einaferð, og so máttu liðini út í longda leiktíð, eftir at vanliga leiktíðin endaði við javnleiki 26-26.
<B STRONG dystinum< í Danmark helt normal"$?$end$!$Madsen>
Pólland legði fyri sum eitt ódnarveður í fyrra hálvleiki av umdystinum, og tá liðini skiftu síðu førdi Pólland við tveimum málum. Nú byrjaði stóri Lars Møller Madsen tó at taka ábyrgd. Hann hevði spælt alt annað enn væl í vanligu leiktíðini, men í seinna hálvleiki av umdystinum helt hann Danmark í dystinum. Við tveimum góum langskotum syrgdi hann fyri, at Danmark kom uppaftur á javnleik. Pólland fekk tó enn einaferð toga seg eitt mál fram um, men í síðstu sekundunum javnaðu danir, og so mátti enn ein longd leiktíð til fyri at finna ein vinnara.
<B STRONG til< slóg normal"$?$end$!$Pólland>
Í seinnu lngdu leiktíðini legði Danmark betri fyri. Kasper Hvidt stórbjargaði í tveimum umførum rondir frá polskum leikarum, og so kundi Lars Møller Madsen leggja Danmark á odda við enn einum dundurskoti. Danir tóktust tó troyttir hesa løtuna, og nú tók Pólland yvir. Undan steðginum komu teir uppá javnt, og í seinna hálvleiki løgdu teir hart út. Teir vóru skjótir at revsa onkran danskan feil, og brádliga førdu teir við trimum málum, og so var sigurin tryggjaður.
Endaliga úrslitið gjørdist 36-33 til Pólland, sum tó mátti kempa í 80 minuttir, áðrenn teir kláraðu at basa dønum. Nú er póllendingar so klárir til HM-finaluna, har teir skulu spæla ímóti vertunum úr Týsklandi.
Heldur ikki hesaferð eydnaðist hjá Danmark at leika seg í eina HM-finalu, men danir hava alt at vera ernir av. Sjálvt um tað til tíðir hevur gingið teimum ímóti, so hava teir stríðst til síðsta mann, men hesaferð vóru teir bara ikki góðir nokk. Pólland hevði sigurin uppibornan, tí gjøgnumgangandi vóru teir heldur betri enn danir.