Danski sendiharrin biðin at koma til samrøðu í Russlandi

Sambært russarum hevur kanningin av Nord Stream-sabotasjuni higartil verið skuffandi.

 

Danski sendiharrin í Russlandi, Jakob Henningsen, var í apríl til hátíðarhald í Moskva. har heitti Vladimir Putin á hann um at fáa sett í verk eina felags kanning av Nord Stream sabotasjuni. (Arkivfoto fra ceremonien). - Foto: Dmitry Azarov/Ritzau Scanpix

Danski sendiharrin í Russlandi, Jakob Henningsen, er biði at koma til samrøðu í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið í dag.

Orsøkin er, at russar ikki eru nøgdir við kanningarnar av Nord Stream-sabotasjuni. Russland hevur fleiri ferðir kravt at sloppið við til kanningarnar.

Eisini sendiharrarnir úr Svøríki og Týsklandi eru bidnir at koma til samrøðu.

Russlandi klagar um »totala mangulin upp á úrslit« í kanningunum.

– Vit hava merkt okkum, at hesi lond als ikki eru áhugað í at fáa greiðu á tí, í veruliga fór fram.

– Í staðin seinka tey arbeiðinum og royna at krógva sporini og sanna gerningsmannin, sum framdi brotsgerðina, sum vit halda, er væl kend lond, skrivar russiska uttanríkisráðið.

At kalla ein sendiharra til samrøðu verður vanlig mett sum eitt víðgongt diplomatiskt amboð, sum sendir greið boð til landið hjá sendimanninum.

Jakob Henningsen hevur verið sendiharri í Russlandi síðani september 2022.

Við eitt hátíðarhald í apríl í Moskva vendi russiski forsetin, Vladimir Putin, sær beinleiðis til danska sendiharran.

Forsetin mælti til eina felags kanning av sabotasjuni.

– Vit vóna, harra sendimaður, at danir vilja stuðla uppskoti okkara um at seta eina óhefta altjóða nevnd, sum skal kanna hendingarnar, seðgi Vladimir Putin.

Tilsamans fýra lekar stóðust eftir spreingingar á týdningarmiklu gassleiðingini Nord Stream 1 og 2, sum gongur úr Russlandi til Týsklands.

Spreingingarnar vóru nærindis Bornholm tann 26. september í fjør.

Um kvøldið tann 27. september segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark á tíðindafundi, at tað var greiða metingin hjá donsku myndugleikunum, at lekin var úrslit av tilvitaðum gerðum.

/ritzau/Reuters

 

 

Danski sendiharrin í Russlandi, Jakob Henningsen, var í apríl til hátíðarhald í Moskva. har heitti Vladimir Putin á hann um at fáa sett í verk eina felags kanning av Nord Stream sabotasjuni. (Arkivfoto fra ceremonien). - Foto: Dmitry Azarov/Ritzau Scanpix