Danski hondbóltsspælarin Lars Christiansen hevur í dag boðað frá, at hann gevst við hondbóltinum. Hann er 40 ára gamal.
Eftir at hava spælt uttanlands í mong ár hevur Lars Christiansen spælt við Kolding ta seinastu tíðina. Hann hevur eisini verið fastur á danska landsliðnum í mong ár, hevur spælt 338 landsdystir fyri Danmark og hevur skotið 1503 mál.
Tá danski landsliðsvenjarin Ulrik Wilbæk fyri nøkrum døgum síðani mannaði landsliðið, sum skal umboða Danmark á teimum olympisku summarleikunum í London, var Lars Christiansen ikki millum teir útvaldu. Aftaná frættist, at hann hevði gjørt av at gevast við hondbóltinum.