Danskir fótbóltsgarpar á floti

Týskvøldið í seinastu vikur klokkan 18 legði Norðlýsið frá bryggju í Havn, við allari manningini hjá FCK umborð. Tað vóru Norðbil og Shell, sum høvdu leiga Norðlýsið hetta kvøldið, og var endamálið við túrinum var at geva gestunum eina uppliving

Útferð


Sum so mangan áður, setti Birgir Enni kósina út á fjørðin. Sjálvt um norðanættin kendist køld hetta ljósa summarkvøld í juli og ósigurin á Kí enn var spill feskur, so var hýrurin sera góður umboð. Á veg út á fiskileið, bleiv kaffi bjóða og kenda fiskasúpanin hjá Birgir fór uppá kók.
Zuma fyrsta toskin
Komnir mitt út á fjørðin, bleiv bæði kastað við toskatráðu og snøri. Spenningurin var stórur um, hvør ið mundi fara at fáa tann fyrsta toskin. Leikararnir vóru sera spentir, og sjálvt um nógvir vóru kaldir um hendurnar, og lukturin frá fiskasuppuni hjá Birgir Enni fylti donsku nasarnar, so vildi eingin leggja útgerðina frá sær.
Brádliga kom róp í ? tráðan hjá Zuma vísti týðulig tekin uppá, at okkurt hevði bitið á. Nú fóru menn at renna aftur og fram og tá Zuma hevði hála ein vakran og stóran tosk inn um, var gleðin ovurstór. Menn fóru eisini at samráðast um, hvat man skuldi gera við toskin. Skuldi hann frystast og takast heim við og etast sum nýggjárstoskur, ella skuldi man taka hann við á Hotel Føroyar og fáa hann tilgjørdan har?
Meðan tað soleiðis verður tosa aftur og fram, kemur aftur róp í. Tráan hjá Santos er um at støkka í tvey, so nógv stendur á. Og tá veiðan kemur á borðið, vísir tað seg at verða ein heilt stórur toskur. Vóru menn hugagóðir áðrenn, so var ikki minni hugur nú. Og væl eydnaðist. Nú bleiv fiskað úti í eitt og mitt í Nólsoyarfirði syftu hesir donsku garparnir ein smáfisk fyri og annan eftir innum.
Vildu fiska meira
Vertirnir høvdu gjørt avtalu við manningina á Norðlýsinum, at leggja at í Nólsoy fyri at vísa gestinum hesa hugnaliga bygd, men tað vildu FCK leikararnir ikki hoyra talan um. Teir vildu heldur fiska. So sjálvt um Norðlýsið tá var komi heilt inn í bátahylin í Nólsoy, so bleiv vent við aftur, og miðið bleiv aftur funnið.
Uml. Kl. 21.00 bleiv kósin sett móti landi aftur, og menn fóru niðurundir at fáa sær fiskasuppu. Tað vóru ikki hissini av rósi súpanin hjá Birgiri fekk. Nógvir søgdu seg ikki hava smakkað so góðan mat fyrr og fleiri bóðu um uppskriftina.
Eta fiskin sjálvir
Eftir at Norðlýsið hevði lagt at bryggju og FCK-leikararnir høvdu takkað fyri túrin, fóru umboðini fyri Norðbil og Shell niðan á Hotel Føroyar við 15 smáfiskum, sum kokkurin á Hotel Føroyum lovaði at gera til manningina hjá FCK hóskvøldið.
Samanumtikið, ein sera góður og hugnaligur túrur, sum við vissu ferð at standa í minninum á fótbóltspælararnum nógv ár framyvir. Smyril-Line og manningin á Norðlýsinum eiga stóra tøkk uppiborna fyri at halda lív í einum so spennandi ferðamanna tilboði.