Danskt snýr seg ikki um danskt

Vit skulu ikki geva donskum innihaldið føroyskt spjaldur - men næstan alt tað, sum lisið verður á donskum í donskum, kann lesast á føroyskum í føroyskum

Sjúrður Skaale
-----
Mong - m.a. eg sjálvur - minnast við gleði aftur á lærugreinina danskt í miðnámsskúlanum. Danskt snýr seg um bókmentir, greiningar av ymiskum mentanarligum rákum, og viðgerð av ymiskum aktuellum fyribrigdum.
Undirvísingartilfarið er fjølbroytt og spennandi, og júst hetta fak hevur eisini havt nógvar góðar lærarar.
Nú hava hesir lærarar skrivað eitt opið bræv til okkum sum sita í løgtingsins mentanarnevnd, har teir spyrja, hvat skal verða av tí, sum danskt hevur fevnt um, nú tað er greitt, at henda lærugrein ikki longur nýtist at vera obligatorisk.
Spurningurin er avgjørt viðkomandi, og tað er gott, at tey, sum varða av donskum, beinanvegin vísa á, at her er ein avbjóðing. Tí onkustaðni skal tað hýsast, sum hevur verið í donskum - og tað er ikki vist at føroyskt, frá degi til dags, klárar at hýsa øllum.

Danskt ikki fortreyt fyri donskum
Landsstýriskvinnan hevur í hesari gongdini samskift við mentanarnevnd løgtingsins, og sjálvur havi eg alla tíðina mælt til og tikið undir við teirri loysn, sum nú er skotin upp.
Sum landsstýriskvinnan hevur víst á í svarið til lærararnar, so er eingin endalig avgerð tikin um, hvørja støðu danskt skal hava í framtíðini. Tað einasta, sum er hent, er, at danskir myndugleikar hava slept kravinum um, at føroyskir næmingar skulu hava havt danskt, um teir skulu hava smidliga atgongd til danskar lærustovnar. (Hvørji krøv teir einstøku skúlarnir sjálvir seta, er ein annar spurningur).
Velja vit sjálv at danskt skal vera obligatoriskt, so kunnu vit tað.
Men tað haldi eg ikki, at vit skulu. Fyri tað fyrsta er tað púra órímiligt at krevja, at t.d. HTX og Fiskivinnuskúlin skulu hava danskt.
Fyri tað næsta er tað púra skeivt (sum dansktlærararnir tykjast halda), at fakið danskt er ein fortreyt fyri, at næmingarnir læra málið danskt.
Sannleikin er, at um so næmingar á føroyskum studentaskúlum ikki høvdu havt ein tann einasta tíma í donskum, so høvdu teir dugað perfekt danskt, tá teir fingu sítt prógv. Hetta er júst høvuðsorsøkin til, at danskir myndugleikar hava slept sínum kravi. Teir hava sæð, hvussu nógv danskt mál verður nýtt í undirvísingini her, og ásannað, at lærugreinin danskt als ikki er ein fortreyt fyri, at føroyingar læra málið danskt.
Her kunnu vit - sum Jonhard Mikkelsen vísir á - als ikki samanbera Føroyar og Ísland.
Dansktlærararnir hava rætt í, at kunnleikin til danskt á mangan hátt er ein fyrimunur hjá føroyingum - men at teir halda, at hesin kunnleiki er treytaður av undirvísingini í donskum, tykist eitt sindur løgið.

Avbjóðingin
Tað er rætt, sum dansktlærararnir siga, at allir næmingar eisini í framtíðini mugu læra nógv av tí, sum teir í dag læra í donskum.
Her er eftir mínum tykki okkara stóra - sera stóra! - avbjóðing, at gera føroyskt til tað mentanarfak, sum danskt er í dag. Tað skal sanniliga vera pláss fyri donskum - men málið má vera, at føroyskt sum frá líður verður tað mentanarliga høvuðsfakið.
Næstan alt tað, sum lisið verður á donskum í donskum, kann eins væl lesast á føroyskum í føroyskum. Í veruleikanum er heldur einki til hindurs fyri, at danskir (og norskir og svenskir) tekstir verða lisnir í føroyskum, har vit ikki hava teir týddar. Tí tað er altso ikki bara málið, sum tað snýr seg um. - Eg havi t.d. hoyrt um lærarar, sum lesa nakrar føroyskar tekstir í donskum. Og hví ikki tað?
Hinvegin: At hava fakið føroyskt við ov nógvum donskum teksti - at geva donskum innihaldið føroyskt spjaldur - fer at bera brá av tjóðskaparligum stakkalastásið. Takið er sjálvandi at fáa so nógv føroyskt tilfar sum gjørligt.
Vit eru sloppin undan einum órímiligum kravi úr Danmark. Latið okkum nú í góðum dialogi seta okkum nýggj mál, og skipa føroyskt og danskt eftir okkara egna tørvi - júst sum dansktlærararnir sjálvir mæla til.