Danskur fusari í finskari søguskriving

EM 2020: Finnland hevur vunnið í fyrsta dystinum í einum endaspælið, meðan Danmark er ávirkað av støðuni hjá Christiani Eriksen

Finnland hevur í dag vunnið sín fyrsta sigur í sínum fyrsta dysti í einum endaspælið. Finnland vann 1-0 á Danmark, men dysturin var nógv merktur av støðuni, tá Christian Eriksen mátti fáa fyrstuhjálp á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Finnland er við til eitt endaspæl og teir eru styrkismettur sum næstveikasta liðið í EM-endaspælinum. Tí kemur tað óvart á, at Finnland í dag vann 1-0 á Danmark, ið av fleiri verður mett sum eitt lið, ið kann røkka langt í endaspælinum.

 

Avgerandi málið kom, tá ein tími var spældur. Eftir innlegg úr vinstru var Joel Pohjanpalo fyrstur á bóltin og stútaði hann í netið. Kasper Schmeichel iðrar seg helt um, at hann ikki fekk hondina á, hóast talan var um stútara úr stuttari fjarstøðu.

 

Hesin dysturin bleiv nóv ávirkaður av, at Christian Eriksen small um eftir 40 minuttir. Hann fekk fyrstuhjálp og tað gingu tíggju minuttir, áðrenn hann gav lívstekin frá sær. Dysturin bleiv steðgaður, men bæði liðini ynsktu at spæla dystin lidnan í kvøld.

 

Danmark trýsti móti dystarenda og fekk eisini brotsspark, men Pierre-Emile Højbjerg brendi. Danmark hevði eisini onkrar aðrar málmøguleikar, men finnlendingar vardu væl. Serliga tá Danmark kom til baklinjuna og legði innfyri.

 

Hetta merkir, at Finnland nú hevur góðar møguleikar at koma víðari. Í upptaktini skrivaðu vit á in.fo, at Finnland ongan kjans hevði, men at tað altíð er eitt land, sum avrikar betri enn væntað. Tað sær út til at blíva Finnland.

 

Bólkur B:

 

Danmark – Finnland 0-1 (0-0)

 

0-1 Joel Pohjanpalo, 59