Leygarkvøldið 17.februar fer danski bólkurin Grand Theft á pallin á føroyska spælistaðnum Skarv í Keypmannahavn. Bólkin mynda forsangarin Mikkel Landsdorf, Thomas Borghus, sangur og guitar, Mikkel Heller á bassi og Morten Hellborn á trummum! Hesir hava góðar royndir úr bólkum sum Sting Jam, John Mayer Jam, Mr. Anderson, Streakers, Atlas, Alternative Nation, Tue West - og eitt ótal av øðrum donskum og útlendskum bólkum og artistum
Tað, sum knýtir hesar góðu menn saman, er ein solid nøgd av royndum á palli sum t.d. á Dropp Inn! Útgangstøðið er í lagi við góðum undirhaldi komandi leygarkvøld, tá hesir fýra fara at framføra kendan rocktónleik frá bólkum sum U2, Green Day, Nirvana, Radiohead, Hendrix, Robbie, Red Hot Chili Peppers og Coldplay! Á Skarv siga tey, at fleiri og fleiri íslendingar og danir eru at síggja millum føroyingarnar, sum teljast millum teir flestu kundarnar.