Felagið innan nevaleik, Tórshavn Boxing, stendur í fagrasta blóma, og tað leggjast alsamt fleiri íðkarar afturat tí lutfalsliga nýggja felagnum í høvuðsstaðnum.
Um jólini fær felagið fína vitjan, tá ið danski elitumeistarin í nevaleiki, Tor Norddahl, vitjar. Hann er ættaður hiðani og er her heima um jólini og á nýggjárinum.
Les eisini: - Felagið er vaksið ótrúliga skjótt
Tórshavn Boxing skrivar á facebook, at Tor Norddahl venur við fram til nýggjárið, og at møguleiki verður fyri at fáa góð ráð og snildir frá honum.
Føroyska felagið var herfyri á venjingarlegu hjá Nykøbing Falster Bokseklub, og ætlanin hjá felagnum er at fara á vitjanir uttanfyri Havnina fyri at spjaða áhugan fyri nevaleiki.