Stóru rockbólkarnir Moirae og Kjølar fara um vikuskiftið at syrgja fyri, at Varmakeldan ikki spælir friðarliga av ? á pallinum ið hvussu so er.
Í kvøld fara Kjølar at spæla til dans í Ítróttarhøllini á Kambsdali, og í annaðkvøld verða tað fløguaktuellu Moirae, sum fara at spæla til dans.
Báðir bólkarnir hava verið nógv frammi seinasta árini Teir hava spælt til nógvar dansir og konsertir og báðir hava givið fløgu út. Tað er nakað síðani at Kjølar kom við síni fløgu, meðan Moirae júst hevur fingið teirra næstu fløgu á marknaðin.
Síðani fløgan hjá Moirae kom út hevur bólkurin havt viðrák. Teir hava havt eina framúr konsert í Norðurlandahúsinum, teir hava spælt fyri fullum húsi á Tvøroyri, og seinasta vikuskiftið savnaðu teir 800 fólk í ítróttarhøllini í Gundadali.
Moirae byrjaði við at spæla kopiløg, men í dag er so at siga alt tilfarið, sum teir spæla, sjálvgjørt, og tað tykist sum tað er tað, sum fólk vil hava.
Bæði kvøldini verður dansurin frá klokkan 23.00.
Sunnudagin verður rocktónleikurin avloystur av meiri friðarligum tiltaki ? stevnubingo. Tey, sum hava hug til hetta útbreidda slagið av spælið, kunnu seta nakrar tímar av frá klokkan 16.00 sunnudagin í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Dansur verður eisini í Fuglafirði í vikuskiftinum. Sólvá og Bergmenn fara at spæla í Arbeiðsmannafelagshúsinum bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið frá klokkan 23.00.