Aftur í vetur ber til at læra at dansa vanligan ella enskan dans í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.
Í ár verða tað tveir bólkar fyri byrjarar. Tað vil siga fólk, ið ongantíð hava dansað. Tey læra foxtrot, quickstep, vals og rock´n´ roll.
Hesir eru dansir, ið vanliga verða dansaðir í veitslum, brúdleypum og til almennan dans.
Fýra tey seinastu árini, kvøldskúlin hevur havt dans, hevur aldurin á næmingunum ligið í millum 14 og 70 ár.
Dansiskeiðini byrja mikudagin 8. oktober og enda 17. desember. Sum undanfarin ár undirvísa tey trý Arnfríða og Jørgen Rubeksen og Mia Cameron.