Tað eru í dag, 1. mars 2023, 50 ár síðani, at útgávan hjá bólkinum Pink Floyd, The Dark Side of the Moon, kom út.
Hetta var 1. mars 1973. Útgávan varð innspæld frá 31. mai 1972 til 9. februar 1973.
Tølini eru mong, ið siga sína søgu um hesa útgávu, ið er ein varði í nútímans tónleikasøgu. T.d. lá útgávan í 24 ár á top 200 fyri útgávur í USA.
Men merkisvert er, at útgávan enn í dag tykist standa líka sterk, sum fyrsta dagin – fyri 50 árum síðani.
Útgávan var 8. studioútgávan hjá Pink Floyd og tann fyrsta við Rogers Waters sum høvuðssangskrivara. Eisini er hetta hin fyrsta, har sangir so at siga hanga saman, ella sagt øðrvísi; hin fyrsta, ið ber brá av tí sum verður rópt konseptalbum.
Útgávan er kring heimin seld í 45 milliónum eintøkum, og er mest selda útgáva frá 1970’unum, og hin 3. mest selda nakrantíð. Merkisvert er, at ein merkisvert stórur partur av søluni er farin farin fram í hesari øldini.
Útgávan er ein varði, ið heldur, og síður eru skrivaðar upp og niður um hesa útgávu. Í samband við 50 ára dagin verður útgávan endurútgivin 23. mars 2023, og eru 4 talgild stakløg longu útgivin fyri at stuðla undir og markera endurútgávuna.
##med2##