- Dart er ein ítróttur

Tað sigur ein av Føroya bestu dart-spælarum, sum vísir aftur, at tað er eitt øl-spæl.

Tað eru nakrar ítróttargreinar, sum millum fólk hava ilt við at verða viðurkendar sum ítróttargreinar, og ein teirra er dart. Dart hevur vundið upp á seg í Føroyum seinastu tíðina, og ein av Føroya bestu spælarum, Bárður Olsen, er ikki í iva um, at dart er ein ítróttur.


Tað sigur hann í røðini '5 skjótir' í Sosialinum í dag, har hann verður spurdur, um dart ikki bara er eitt øl-spæl.


- Nei, tað er ein ítrótur. 100 prosent! Tú spælir í einar tíggju tímar, tá tað er kapping. Tað er hart og avbjóðandi, men kanska ikki sum aðrar ítróttargreinar. Tað er ikki bara eitt øl-spæl, tí tað skal nógv venjing til eisini. Kanska vit drekka eina øl afturvið, men tað er ein ítróttur, sigur Bárður.


Allir spurningarnir eru at lesa í Sosialinum í dag. Á somu síðu er eisini ummæli av bókini 'Hatur og kærleiki í La Liga' og vikuliga spurnarkappingini.