Dart: Málið er altjóða viðurkenning

Leygardagin verður Tórshavn Open og dartspælið er á óvanliga høgum stigi

Leygardagin verður Okkara Tórshavn Open, sum er ársins størsta einstaka dartkapping. Fyrireikararnir vænta upp ímóti hundrað luttakarum, og málið er at fáa eina altjóða kapping til Føroya.

 

Okkara Tórshavn Open er ein kapping, har øll kunnu melda til. Spælt verður í einmansleiki og tvímansleiki. Kappingin er í nógvar mátar endin á kappingarárinum í dart. Eitt kappingarár, sum er merkt av fleiri altjóða luttøkum og landsdystum.

 

- Spælið er á óvanliga høgum stigi í løtuni. Fleiri spælarar hava luttikið á altjóða kappingum, og bæði landsliðið hjá monnum og kvinnum hava verið í dysti. Hartil kom bæði útlendskir spælarar og útisetar heima til kappingina, sigur Uni Árting, sum umframt at verða verandi Tórshavn Open vinnari, eisini er ein av fyrireikarunum.

 

At dart í Føroyum hevur fingið ein altjóða dám, sæst aftur á vinningunum, sum hava eitt virði á umleið 7.000 krónur. Í longdini er málið, at fáa eina altjóða kapping til landið.

 

- Føroyska dartsambandið roynir at blíva limur í altjóða dartsambandinum. Við hesi kappingini vilja vit vísa á, at vit kunnu hava altjóða kappingar í Føroyum. Málið er at kunna hava eina BDO-góðkenda kapping, sigur Uni Árting.

 

BDO, sum stendur fyri “British Darts Organisation”, skipar javnan fyri kappingum kring heimin, har spælarar síðani verða styrkismettir. Ein BDO-góðkend kapping hevði gjørt, at luttakararnir í kappingini høvdu fingið stig til altjóða styrkilistan.

 

Okkara Tórshavn Open verður á skúlaheiminum í Marknagili. Hurðarnar lata upp leygardagin klokkan 9, og byrjað verður klokkan 11 við einsmansleiki. Tvímansleikur byrjar klokkan 17.

 

Tórshavn Open vinnarar (menn)

2017 - Uni Árting

2016 - Winnie Kuchel

2015 - Petur Thomsen

2014 - Remy Gaardlykke

2013 - Petur Thomsen

2012 - Bárður Olsen