Dartkapping

Seinasta vikuskifti skipaði dartfelagið Strálan fyri kapping í einmans- og tvímansleii.

Vikuskiftið 22. og 23. januar skipaði Strálan fyri dartkapping.

Leygardagin varð kappast í einmansleiki, og gjørdist úrslitið her, at Poul Poulsen úr Havnar Dartfelag vann finaludystin móti Henningi Thomsen úr Argja Dartfelag.

Triðja plássið í kappingin fór til Kjell Johansen úr Stráluni og Henrik Pedersen úr Havnar Dartfelag.


Aftur Poul

Sunnudagin varð so dystast í tvímansleiki, og eisini her eydnaðist tað hjá Poul Poulsen at fáa gullmerkið. Saman við Henrik Pedersen eydnaðis tað at vinna á Alvin Egholm og Suna Rasmussen úr Havnar Róðrarfelag.

Á triðja plássinum í tvímansleiki vóru Elias Mikkelsen/Regin Enghamar úr Havnar Róðrarfelag saman við Petur Grønagarð/Henning Thomsen úr Argja Dartfelag