Føroyska dartlandsliðið hjá monnum og føroyska dartlandsliðið hjá kvinnum er úttikið. Dartlandsliðini skulu luttaka í World Darts Federation Virtual Cup 2020, sum er heimsmeistaraheitið fyri landslið í Web Cam dart. Kappingin verður 27. septembur.
Landsliðsvenjarinir hjá monnum, Jens Albert Simonsen og Hans Eivind Olsen, hava úttikið Jan McIntosh og Una Árting til føroyska landsliðið. Kristian Joensen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið Anniku Joensen og Lydiu á Smið.
Dart í Føroyum hevur verið rakt av koronafarsóttini. Millum annað skuldi altjóða kapping verða fyrr í summar, men hon bleiv avlýst. Sum eisini sæst á hesi kappingini, so verður hon spæld í frástøðu.
##med2##
##med3##
##med4##