Størsta gularótin hjá dartspælarum í Føroyum er óivað stóru vinningarnir í at sleppa at luttaka í stórari kapping í Danmark eftir lokna kappingarárið í Føroyum. Farna kappingarár vardi frá septembur í 2011 til mei í ár, og seks teir bestu í hesum 10 umførunum hetta tíðarskeiðið vunnu sær ferðing, uppihald og luttøkugjald til Lolland Open 2012.
Umleið 40 dartspælarar vóru við í føroysku kappingunum og kappingin um teir seks pakkarnar var hørð. Tá ið avtornaði sluppu sjey spælarar við, og vóru teir Bárður Olsen (106 stig) Jan Midjord (93 stig) Petur Thomsen (90 stig) Heri Kallsoy (89 stig) Remy G. Hansen (82 stig) Naldo (77 stig) og Oddfinn Hansen (74 stig).
Remy fekk silvur
Nakrir av føroyingunum luttóku í kappingini +35, sum minnir um eina oldboys-kapping. Nevnast skal, at fleiri av bestu donsku leikarunum vóru við í hesi kappingini, soleiðis at tað als ikki var ein løtt kapping.
Tveir føroyingar spældu seg víðari úr bólkaspælinum. Ein av royndastu føroysku dartspælarunum, Remy G. Hansen, legði bragdliga fyri í kappingini. Hann hitti Bárði Olsen í fjórðingsfinaluni, og so var eitt føroyskt hálvfinalupláss longu tryggjað. Hetta tryggjaði Remy G. Hansen sær, og eftir eitt frálíkt avrik megnaði hann at spæla seg í finaluna.
Í finaluni løgdu báðir spælararnir væl frá landi við at kasta ein 180 (hægsta stigatalið fyri tríggjar pílar, red.) men danski Torben Skov gjørdist ein ov stórur biti at gloypa hjá Remy G. Hansen, sum tó kundi taka til takkar við einum frálíkum silvurheiðursmerki.
Bronsu í tvímansleiki
Í sjálvari høvuðskappingini, einmansleiki fyri allar aldursbólkar, komu seks av føroyingunum víðari úr bólkaspælinum. Tríggir teirra, harímillum Remy G. Hansen og Bárður Olsen, spældu seg eisini víðari úr fyrsta umfari í endaspælinum, men longri enn tað kom eingin.
Seinnapartin leygardagin varð kappast í tvímansleiki, har tveir og tveir spælarar luttóku sum lið. Fýra "føroysk" pør vóru við. Aftur hesaferð vóru tað teir báðir Bárður Olsen og Remy G. Hansen, sum bitu frá sær. Teir spældu seg heilt fram til hálvfinaluna, har teir taptu og tóku til takkar við einum bronsuheiðursmerki.
Dart vindur upp á seg
Tað hevur verið ein vaksandi áhugi fyri dart í Føroyum seinasta árið, sum helst eisini hevur kastað hesi góðu úrslitini av sær í Danmark. Í Runavík, á Toftum og í Vágunum eru ætlanir um at fáa eitt felag.
Flestu spælararnir eru í Havnar Dartfelag, men í ár hava eisini kappingar verið í Klaksvík og í Fuglafirði.
Spælararnir siga seg ikki vera nøgdar við umstøðurnar í Havn, har teir tó við vælvild hava skipað fyri kappingum í hølum hjá Articon og Effo. Teir arbeiða miðvíst við ætlan um eitt varandi høli, soleiðis at venjingin verður tikin meiri í álvara og at menna ungdómsdeildirnar.