David Carry, Andrew Hunter, Ross Davenport og Robbie Renwick fullførdu 4 x 200 metrar frí við tíðini 7.07.89, sum er bretskt met. Talan gjørdist um fjórðuskjótastu tíðina í báðum hálvfinalunum, og er bretska liðið sjálvsagt klárt til finaluna, sum verður mikumorgun. David Carry, sum hevur føroyska ommu - Haslu Josephsen úr Klaksvík - setti sjálvur bretskt met fyri 200 metrar. David svam sínar 200 metrar við tíðini 1.46.47. David sjálvur hevur tó heldur hug at upphevja liðfelagarnar: ?Hvør eitt bretskt met! Eg viðsti, at liðið svam væl, men hetta var framúrskarandi. USA er langt frammanfyri hini liðini, men aftanfyri teir eru vit fleiri lið, sum fara at stríðast um hini heiðursmerkini. Men vit hava víst, at Bretland er við allan vegin.? segði David fyrr í dag til bretskar fjølmiðlar. Finalan verður í nátt kl. 4.19 føroyska tíð. Talan er um vegleiðandi klokkutíð, og tí kann tað sjálvsagt verða eitt sindur seinni enn kl. 4.19. Kvalifikasjónstíðirnar hjá finaluluttakarunum:
USA 7.04.66
Italia 7.07.84
Russland 7.07.86
Bretland 7.07.89
Kanada 7.08.04
Avstralia 7.08.41
Japan 7.09.12
Suður-Afrika 7.10.91
David og liðfelagirnir eru bara 6/100 av einum sekundi frá at vinna silvur, men samstundis bara 53/100 av einum sekundi frá at enda, sum nr. 6. So spenningurin um silvurið og bronsuna verður risastórur í morgin.