David Phelps er eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í ár. Hann er ein av kendastu kristiligu sangarum í USA. Hann er eisini vorðin kendur í Evropa gjøgnum Gaither Vocal Band, sum hann sang við í átta ár.
Summi kenna hann kanska aftur frá sangløtunum hjá Bill og Gloria Gaither, sum Sjónvarp Føroya vísti fyri nøkrum árum síðani.
Sosialurin hevur ringt til David Phelps og spurt hann nakrar spurningar um sangleiðina, Bill Gaither, frítíðarítriv, trúgv og Føroyaferðina.
David Phelps vaks upp í Texas, USA, og tað hoyrist eisini á málinum hjá honum. Hann tosar eins og cowboy´arnir í filmunum.
Hann er blíður at tosa við. Hann hevur sett ein hálva tíma av sínari pakkaðu skrá av til at tosa við meg.
Trúgvin sera týðandi
David vaks upp við at ganga í kirkju, og hansara familja sang nógv. Hann og systkini sungu við ymiskum kirkjukórum.
- Sangur hevur altíð fylt ein stóran part í mínum lívi. Vit vóru ein syngjandi familja. Ein systir hjá mær syngur sum stuðulsrødd í mínum bólki, sigur David.
David syngur sangir við kristiligum teksti. Hansara trúgv er sera týdningarmikil fyri hansara lív:
- Trúgvin drívur verkið hjá mær. Eg tók persónliga ímóti Jesusi sum barn, tá ið eg var í kirkju. Eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla, men hendan dagin talaði tað serliga til mín, og tá ið vit komu heim, fóru eg og pápi mín á knæ, har ið vit bóðu Jesus um at koma inn í mítt hjarta.
- Eg kenni ikki mína sangleið einans sum arbeiði ella upplivilsi. Fyri meg er tað eitt kall, og eg vóni veruliga, at eg vitni um Jesus gjøgnum mín sang.
- Trúgvin gevur mær vón um okkurt størri enn hetta lívið. Eg royni veruliga at taka Jesus við í øllum pørtum av mínum lívi, men tað er ikki altíð, at eg livi upp til ímyndina. Vit eru øll menniskju, og vit eru ikki fullkomin, sigur David.
Elskar at undirhalda
David Phelps er vorðin sera kendur fyri sína framúr vøkru rødd. Hansara eyðkenda tenor-rødd hevur vunnið hjørtuni á nógvum fjepparum kring heimin. Eitt, sum eyðkendi framførslurnar hjá Gaither Vocal Band, har ið David sang við, var teirra lætta lyndi. Teir vóru stuttligir og undirhildu áhoyrarunum við skemti og fjasi.
- Eg eri tónleikari, og eg elski at undirhalda. Tað er tað, sum eg livi av, og tað er eisini ein ótrúliga spennandi síða av yrkisleiðini sum sangari. Eg vóni veruliga, at føroyingum fara at dáma framførsluna hjá mær. Eg gleði meg í hvørt fall til at undirhalda tykkum, sigur David.
- Tað var ótrúligt at syngja við Gaither Vocal Band. Har eru nóvir ótrúliga góðir sangarar við, men eisini eru tey stór menniskju. Bill og Gloria Gaither eru ótrúlig menniskju, og tey eru góðir vinir hjá mær.
- Eg veit, at Jessy Dixon og Russ Taff, sum eg havi sungið saman við hjá Gaither, eisini hava verið í Føroyum. Teir syngja ótrúliga væl, og tað verður torført hjá mær at liva upp til teir, sigur eyðmjúki David Phelps.
David hevur úr at gera í USA, men hann hevur funnið tíð til at koma til Føroya. Annars skal hann einans syngja í USA í summar.
- Eg fái ofta brøv frá fjepparum í Skandinavia, so tað sigur mær, at fólk eisini kenna meg har yviri. Eg eri sera spentur uppá at koma yvir, og eg ætli mær at nýta nógva tíð til at heilsa uppá fólk. Eisini ætli eg mær á Sight-Seeing.
Vónar at fiska í Føroyum
Hóast hann er sangari, og meginparturin av hansara lívi gongur út uppá sang, so hevur David eisini frítíðarítriv sum øll onnur:
- Fyrst og fremst føli eg mína yrkisleið sum sangari sum eitt frítíðarítriv. Tað er ótrúligt at sleppa at gera tað, sum mær dámar allarbest!
- Annars dámar mær væl at hugna mær saman við konu mínari og okkara fýra børnum. Vit ríða oftani við okkara hestum. Vit hava tveir hestar, sum vit eru sera góð við. Børnini elska at ríða við teimum.
- Tá ið eg veruliga skal kobla av, fari eg at fiska. Tað er deiliga avstressandi at vera úti í náttúruni eina stund og fáa samlað tankarnar. Eg vóni, at eg sleppi at fiska í Føroyum. Tað hevði verið ótrúligt, um eg slapp at royna tað. Eg veit, at tað ikki er frítíðarfisking á sama hátt sum í USA, men tað hevði verið sera áhugavert at upplivað tykkara fiskihátt, sigur David.
Elskar fótbólt
Alt Føroya land hevur havt fótbóltsfepur henda síðsta mánaðin, ið HM hevur varað. Eitt av liðnum, sum var við í endaspælinum, var USA. David dámar væl fótbólt, men hann fylgir ikki so væl við. Hann visti til dømis ikki, at HM var yvirstaðið, tá ið undirritaði ringdi til hann.
- Eg elski fótbólt. Eg spældi sjálvur, tá ið eg gekk í High School, men sangurin tekur alla mína tíð nú. Eg má við ganga, at eg ikki havi fylgt so væl við HM, men eg fari kanska at hyggja eitt sindur nú (Tá ið hann segði hetta, var HM liðugt. Blaðm).
Hóast David kanska hevur avmarkaða vitan um fótbólt, so veit hann, hvussu hann skal nýta røddina. Tað eru uttan iva nógvir Gospel og Gaither fjepparar, sum gleða seg til at hoyra hann á Summarfestivalinum í ár.