Davidenættin hittist í Kvívík

Leygardagin 14. juni hittist Davidsen-ættin í Glæmuni í Kvívík. Høvið til hesa ættarstevnu er, at Bertie Davidson úr Kanada vitjar saman við konu síni.

Bertie er abbasonur Johan Hendrik Davidsen, sum flutti til Kanada í 1903. Johan Hendrik var sonur Aggusteinus og Biritu Davidsen í Kvívík, og eru tað teirra eftirkomarar, ið hava tikið stig til samkomuna.

Johan Hendrik, sum í Kanada varð kallaður Harry, var føddur 17. desember í 1879. Sum ungur fór hann til sjós. Hann var við enskum trolara, til hann flutti til Kanada í 1903. Næstu fýra árini arbeiddi hann sum arbeiðsmaður í fiskivinnu og landbúnaði í Siglunes-økinum, til hann giftist við Wilhjelminu 7. mars í 1908. Navnið Siglunes man vera frá íslendskum niðursetufólki.

Wilhjelmina var eisini føroysk, fødd á Válinum 7. februar í 1884, dóttir Peter Frederik Johannesen og Angeliku, f. Reinert. Hon flutti eisini til Kanada í 1903 saman við systrunum Súsonnu og Tomminu og einum beiggja, Ragnvald.

- Vit vóna sjálvandi at síggja so nógv skyldfólk sum gjørligt hendan dagin, sigur Marjun í Gong, fyrireikari. Johan Hendrik var langommubeiggi Marjuna.

Dóttir Marjuna, Lindis, hevur havt teldusamskifti við Bertie Davidson, og eitt systkinabarn hansara, Linden Davidson. Nógv er at síggja um ættina á heimasíðuni: www.faroeiceland.ca

Aggusteinus og Birita Davidsen fingu 11 børn. Tey vóru:

 

Rakul Davidsen

Anna Davidsen

Dávur Davidsen

Julianna Davidsen

Hanus Davidsen

Kristianna Davidsen

Johannes Davidsen

Joen Hendrik Davidsen

Mikkjal Pauli Davidsen

Sunnuvá Davidsen

Magnus Davidsen





MYNDATEKSTUR:


Johan Hendrik Davdisen í 1960