Óli fekk ein pennavin, Jürgen, í Rostock norðast í DDR í 1965 og vitjaði hann fyrstu ferð í 1966. Síðani tá hava Óli Jacobsen og Jürgen verið vinir, og hava teir havt neyvt samband alla hesa tíð.
Jürgen er tulkur í svenskum og skandinaviskum. Tí skilir hann ikki sørt av føroyskum. Hann er føddur 20. mars 1945, og náddi hann júst at koma til verðina, áðrenn ræðið hjá Hitler varð fyribeint. Tann russiski partur av tí hersetta Týsklandi gjørdist í 1949 til DDR.
Hann hevur tískil bæði upplivað ein kommunistiskan stat gerast veruleiki og fara í søguni.
Óli hevur javnan vitjað Jürgen alla hesa tíð, meðan hesar broytingar fóru fram. Teir báðir Óli og Jürgen vóru enntá í Berlin somu viku, sum múrurin fall.
Ferðast kundi bert annan vegin
Takkað verið hesum vinalagi hevur Óli meira enn tey flestu kunnað fylgt við, hvussu ein einræðisskipan virkar. Og hetta hevur kunnað latið seg gjørt við at vitjað hagar. DDR var bert eitt hanagleiv frá Danmark, og tað tók bert einar fimm tímar við toki frá Keypmannahavn til Rostock.
Fyrstu ferð Óli var í DDR var í 1966, tá Walther Ulbricht, handlangarin hjá Stalin, framvegis var í vælmaktini.
Í dag kann farast til og úr Týskaland uttan tolleftirlit og enntá uttan pass. Men soleiðis var tað ikki við DDR fyrr. Eitt var tað, at tað kravdist visum eins og til onnur kommunistisk lond. Hetta var í veruleikanumn lættari at fáa til DDR enn til hini londini. Tað kundi fáast eitt visum galdandi í ein dag á sjálvari ferjuni frá Gedser til DDR.
Men tað serkenda við innferðini var eftirlitið við tí, sum kom inn í landið. Politikkurin hjá DDR var at verja íbúgvararnar móti, eftir teirra tykki, óhóskandi kunnleika til viðurskiftini vestanfyri. Tí var væl kannað eftir, hvat mundi vera í viðførinunum av lesnaði. Og her varð alt eftirhildið, sum ikki var góðkent. Av donskum bløðum var tað bert blaðið hjá kommunistaflokkinum »Land og Folk«, sum tað var loyvt at hava við sær inni í landið. Bløð sum Politiken og Berlingske Tidende høvdu ongan kjans. Og vóru føroysk bløð við í viðførinim vórðu tey eisini tikin. Hetta var púra ørt. Tey vóru fá, sum skiltu danskt og enn færri, um nakar, sum skiltu føroyskt, so bløð á hesum málum máttu roknast fyri at vera púra óskaðilig fyri ”politisku heilsuna” í landinum. Hvussu øvugt hetta var sást eisini av, at á hvørjum húsataki var hópur av antennum, ætlaðar at taka ímóti vesturtýskum sjónvarpi, sum øll skiltu!
Greinin hjá Hjarnar
Men tað var altíð við nervum, at bíða var eftir DDR tolleftirlitinum, tí tú kundi ongantíð føla teg heilt tryggan fyri, hvat kundi fara at henda, tá teir grópaðu viðførið ígjøgnum.
Tað vóru fleiri hendingar, sum tað kundi verið greitt frá. Eina ferð hevði Óli verið til samráðingar saman við Hjarnari Djurhuus, sum var formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Tá hevði hann frá Hjarnari fingið eina grein, har yvirskriftin var, at tað stórt sæð eingin munur var á kommunismu og nasismu. Óli koyrdi greinina í taskuna og gloymdi hana.
Nakrar dagar eftir fer hann til DDR. Marknaeftirlitið fer at leita í taskuni. Knappliga hála teir umrøddu greinina fram og fara íðnir at kanna yvirskriftina. Teir skilja í hvussu er, at hon er illgrunasom. Óli orðnar um skallan, og veit ikki um hann er keyptur ella seldur, tí sjónarmiðið í hesi grein var so avgjørt ikki populert í DDR.
Ikki bøtir tað um støðuna, tá Óli verður biðin um at koma úr tokinum og inn í eitt bíðirúm, meðan málið verður kannað. Í fyrsta umfari uggar Óli seg við, at hesir ungu fýrarnir ikki duga danskt og tí ikki skilja greinina sum heild. Sum tíðin líður kemur Óla til hugs, at kanska hava teir sent boð eftir onkrum, sum dugir danskt, og kaldasveittin kom rættiliga fram! Men so komu eftirlitsmenninir aftur sera álvarsamir og søgdu, at tað var ikki loyvt at taka hesa grein inn í DDR. Nú løgdu teir hald á hana. So góvu teir eina kvittan, og greinin kundi fáast aftur, tá farið varð av landinum aftur við at lata kvittanina inn aftur. Og sloppið varð!
Ómøguligt at sleppa av landinum
Kundi tað vera trupult at koma inn í DDR, so var tað fullkomiliga útilokað hjá tess egnu borgarum at sleppa av landinum. Hetta var jú eisini endamálið við berlinmúrinum. Áðrenn tokini fóru umborð í ferjuna til Danmarkar varð við hundum og lyktum leitað eftir, um nakar mundi krógva seg onkunstaðni, so hann kundi sleppa ólógliga av landinum. Og Gud náði tann, sum royndi hetta og varð tikin.
Hetta totala útferðarforboð linkaði nakað, sum frá leið. Fyrstu ferð Jürgen slapp av landinum var í 1979 í ørindum. Men hann slapp bert einsamallur. Konan mátti vera eftir, so nøkurlunda trygd kundi vera fyri at, hann kom aftur. Og boðini vóru, at tað skuldi ikki takast upp óneyðugt samband við borgarar í viðkomandi landi, so DDR borgarar ikki skuldu kom undir ringa ávirkan. Men um hetta varð hildið, bar ikki til at eftirkanna og tað mundi ikki verða hildið nakað serligt.
Eitt annað sum seinni hendi var, at fólk, sum høvdu rokkið pensjónsaldur, frítt kundi fara av landininum. So spardi statskassin hesar útreiðslur. Men hjá vanligum fólki at fara av landinum var ikki hugsingur um.
»Fólkafíggindar« endaðu í arkivunum hjá Stasi
Tað er greitt, at eitt land kann bert stýrast á hendan hátt við einum dyggum eftirliti av borgarunum. Og her hevði DDR Stasi, trygdarløgregluna. Hennara uppgáva var at fylgja við í tí, sum rørdi seg í fólkinum, so tað kundi staðfestast, um nøkur andstøða fanst, sum myndugleikarnir skuldu hava eyguni við.
Jürgen sigur, at sum borgari merkti hann væl, at hann eins og aðrir borgarar var undir eftirliti. Tað, sum gjørdi hann ”misteinkiligan”, var, at hann ikki vildi gerast limur í ”flokkinum”. Her skuldi verið alt at vunnið, tí ein slíkur limaskapur skuldi opna dyrnar fyri nógvum møguleikum, sum aðrir borgarar ikki fingu. Men Jürgen heldur tó ikki, at tað kom honum aftur um brekku, at hann ikki vildi gerast flokslimur.?Ein onnur orsøk hjá myndugleikunum at hava eyguni við Jürgen var hansara samband við vesturheimin. Hann var í brævaskifti við fleiri og millum hesar Óla. Tað er neyvan ivi um, at hetta samband var skrásett. Jürgen fekk eisini vitjan úr vesturheiminum. Her høvdu myndugleikarnir ein snildan hátt at skráseta, hvør fekk vitjan. Hvørja ferð ein kom inn í landið, skuldu eitt oyðublað fyllast út, har tað eisini skuldi skrivast á, hvør skuldu vitjast. Alment var hetta gjørt av hagtalsorsøkum, men oyðubløðini kundu so eisini nýtast at skráseta, hvør fekk vitjan.
Jürgen sigur, at hann væl visti av, at tey fólk, sum høvdu við hann at gera, vórðu útspurd um hansara ”sinnalag” móti stjórnini. Tað kom eisini javnan fyri, at hann sjálvur varð spurdur um sínar grannar og aðrar kenningar. Men teir upplýsingar hann kundi geva, vóru so meinaleysir, at áhugin fyri honum minkaði, sum tíðin leið.?Jürgen sigur tó, at hóast hesa yvirvaking, so føldi hann seg ongantíð hóttan, og tað hendi honum heldur ongantíð nakað.
Tað, sum hendi eftir at Týskland varð sameint, var, at borgarar í gamla DDR hava fingið møguleika fyri at kanna eftir, hvatið er skrásett hjá Stasi um tey. Men nógv hava eisini fingið eitt sjokk, tá tey hava staðfest, at kanska fólk, sum hava staðið teimum nær, hava meldað tey til loyniløgregluna. Og tað er ikki stuttligt at vita.
Jürgen hevur eisini søkt um at fáa innlit í sína saksmappu. Higartil hevur hann fingið at vita, at tað finnast rættiliga fitt av skrásetingum um hann.
Tað er greitt, at ein slík stýrisskipan kann ikki yvirliva. Fyrr ella seinni kemur hon at brenna saman. Tað hendi eisini við DDR. Hóast alla propagandu lat tað seg ikki dylja, at munurin millum livilíkindunum eystanfyri og vestanfyri gjørdist størri og størri.
Tað bar heldur ikki til at halda einum heilum fólki mestsum hermetiskt innilokað í landinum. So endin gjørdist ein óblóðigur uppreistur, sum aftur endaði við eini sameining av Eystur- og Vesturtýskalandi.
Vónirnar eystanfyri vóru eisini stórar, eins og lyftini vestanifrá vóru stór. Tey vóru, at innan 2 ár skuldu eystur fíggjarliga koma á hædd við vestur. Soleiðis hevur tað tó ikki gingið. Framvegis eru lønirnar lægri eystanfyri. Arbeiðsloysið er munandi hægri enn vestanfyri, og fólk rýma úr gamla DDR. Ein býur sum Rostock, sum fyrr hevði 250.000 íbúgvar hevur nú færri enn 200.000.
Hann er giftur við Evu, sum eisini er úr Rostock. Meðan Jürgen er tulkur í skandinaviskum, so er Eva tulkur í polskum og russiskum. Tey bæði eiga tvey børn Aina og Timo.
1.??Dokument:?Ein onnur søgu, um hvussu skipanin í DDR eisini kundi virka, er hendan: Einaferð hevði Óli bókina “Maskering og Sandhed” eftir vesturtýska rithøvundanum Günther Walrauf við sær í viðførinum. Hann var kendur fyri at vera kritiskur móti skipanini í Vesturtýsklandi. Hetta vistu teir ungu DDR hermenninir eftir øllum at døma einki um, so fyri ”sikkurheits skuld” løgdu teir hald á bókina og tóku hana við sær.?Heimafturkomin skrivar Óli eitt klagubræv til umboðsstovuna hjá DDR í Keypmannahavn og klagar um, at bókin er tikin frá honum, hóast hon ikki á nakran hátt kundi sigast at vera ”hættislig” í DDR. Tað var heldur hin vegin.?Nakrar mánaðir seinni kemur ein tjúkkur brævbjálvi við postinum. Tá var hon frá DDR umboðsstovuni í Keypmannahavn. Í brævbjálvanum var brævið, sum er endurgivið her. Teir vóru sera harmir um ta viðferð, sum Óli hevði fingið. Nú høvdu teir útvegað eitt nýtt eintak av hesi somu bók, sum var hjáløgd. Brævið endaði við vón um, at Óli aftur vildi koma á vitjan í DDR. Soleiðis virkaði skipanin eisini.??2.
Jürgen og Eva úr gamla DDR hava sína serligu søgu. Jürgen er føddur undir nasismu, livdi so nógv ár undir komminismu og livir nú í frælsi?