Fólk mótmæla, at stjórnin ætlar at fremja stórar skattahækkingar í einari tíð, har koronu-farsóttin hevur gjørt um seg. 

 

 

Í minsta lagi 26 fólk eru deyð og 800 fólk hava fingið skaða í Kolumbia, síðan mótmælisgongurnar byrjaðu hin 28. apríl í ár. Hetta eru tøl, sum myndugleikarnir hava váttað, men hildið verður, at veruligu tølini eru væl størri.

 

Hvønn dag hava fleiri túsund fólk mótmælt í Kolumbia, og tað er stjórnin í landinum, sum tey eru ónøgd við. Fólk halda, at stórnin er full í mutri og ikki hugsar um íbúgvarnar í landinum.

 

Fólk mótmæla, at stjórnin við forsetanum, Ivan Duque, ætlar at fremja stórar skattahækkingar í einari tíð, har koronu-farsóttin hevur gjørt um seg í landinum. 

 

Sambært útlendskum miðlum halda mannarættindafelagsskapir, at talið av deyðum ikki er 26, men í minsta lagi 37, umframt at eini 80 fólk eru horvin, sum eingin veit nakað um at siga.