Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, gjørdi av at royna okkurt nýtt. Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. nov., høvdu fimm søkt starvið.
Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági. Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og hon byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar.