Taka ímóti Tesla skannaranum í dag

Í tekur tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum.

– Hetta er ein løta, sum vit øll hava sæð fram til og hava arbeitt málrættað fram ímóti, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

3 Tesla MR-skannarin vigar 7,3 tons, meðan sjálv MR-kabinan vigar 1,5 tons. 3 Tesla MR-skannarin er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur. 

– Skannarin verður avhendaður við Víkavegin um áttatíðina í morgun. Skannarin verður lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum. Síðani verður hann rullaður inn í MR-kabinuna, skrivar sjúkrahúsið. 

– Klaksvíkar Sjúkrahús vil senda eina inniliga bøn til bilførarar, og onnur ferðandi, um at nýta onnur vegastrekki í tíðarskeiðnum millum kl. 8-11, so Siemens, saman við fleiri, fær arbeiðsfrið í sambandi við avhendingina, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús, ið samstundis takkar fyri ta vælvild, ið grannar og onnur hava víst seinastu tíðina, meðan arbeiðið við umbygging hevur staðið á.

– Somuleiðis takka vit øllum starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri tolsemi og fyri at hava rúmað forstýrinum inni í húsinum, í sambandi við umbyggingina, skriva tey.