Stór mannamúgva var á Ørestads Boulevard á Amager við Field's, tí minningarhald var fyri skotoffrunum í kvøld. Sambært fleiri miðlum fóru fleiri túsund fólk møtt til tiltakið. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Myndarøð: Fleiri túsund mintust ofrini frá Fields-skotunum

Í kvøld vóru fleiri túsund fólk møtt til minningarhald við Field's fyri at minnast ofrrini í skottilburðinum sunnudagin.'

Stór mannamúgva var á Ørestads Boulevard á Amager við Field's, tí minningarhald var fyri skotoffrunum í kvøld. Sambært fleiri miðlum fóru fleiri túsund fólk møtt til tiltakið. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

– Børn og ung skulu ikki doyggja. Tey eru ódeyðilig.

Soleiðis segði Sophie Hæstorp Andersen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, tá hon í kvøld helt røðu við Field's.

Har vóru fleiri túsund fólk møtt at minnast tey trý fólkini, sum doyðu av skotunum í handilshúsinum sunnudagin.

Ein ung genta og ein ungur drongur, bæði 17 ára gomul, vórðu skotin og dripin. Tað sama gjørdi ein 46 ára gamal maður, meðan fýra onnur vórðu álvarsliga særd av skotunum.

Sí myndir frá minningarhaldinum her:

/ritzau/

##med2##

Sangbólkurin Ungklang sungu lagið hjá Alberte Windings »Lyse Nætter«. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

##med3##

Síðani skottilburðin sunnudagin hevur blómað framman fyri Field's, har blómutyssi eru løgd og ljós tendrað til heiðurs fyri teimum deyðu. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

##med4##

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, var fyrsti røðari á pallinum. Hon tosaði um summarljósið og øll hátíðarhaldini, sum brádliga endaðu, tá skotini fullu sunnudagin. – Sorgarleikurin sunnudagin hvørvur ongantíð. Og vit mugu í felag stríðast fyri einum tryggari Danmark, segði hon. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

##med5##

Eftir røðuna hjá Sophie Hæstorp Andersen var tøgn í ein minutt at minnast tey trý, sum doyðu í skotálopinum sunnudagin. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

##med6##

Tað var ein rørd Sophie Hæstorp Andersen, ið sum yvirborgarstjóri fyri Keypmannahavn helt røðu fyri mannamúgvuni. – Børn og ung skulu ikki doyggja. Tey skulu vera ódeyðilig, segði hon millum annað í røðu síni. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

##med7##

Fríðrikur krúnprinsur var saman við soni sínum Christiani prinsi við til at minnast ofrini fyri skottilburðinum í Field's. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix