Veljarakanning: Løkke eigur nú avgerðina

Sambært seinastu veljarakanning frá Voxmeter verður tað Lars Løkke Rasmussen, sum ger, um Mette Frederiksen heldur fram, ella um onkur annar skal stjórn Danmark

Lars Løkke eigur sambært seianstu veljarakanningini avagerðina, um Mette Frederiksen kann halda fram sum forsætisráðfrú, ella onkur annar skal sjórna Danmark

Í seinastu veljarakanning sum greiningarstovninum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau standa Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen til at fáa 9,2 prosent av atkvøðunum.

Danski Fólkaflokkur er oman fyri sperrumarkið við 2,4 prosent av atkvøðunum, eftir at teir í síðstu kanning vóru niðanfyri sperrumarkið. Og Alternativið er nú oman fyri sperrumarkið við 2,2 prosent.

Tey Konservativu ganga enn meira aftur og standa í kanningini til 6,7 prosent av atkvøðunum og er nú næstan á sama støði sum við seinsat val.

Niðanfyri sæst býtið millum flokkarnar. Kanningin er gjørd frá 16. til 18. oktober, og 1008 fólk eru spurd í kanningini:

Reyði vongur - 86 sessir (49 prosent).

* Socialdemokratiet - 46 sessir (25,7 prosent).

* De Radikale - 8 sessir (4,7).

* SF - 16 sessir (9,1).

* Enhedslisten - 12 sessir (6,8).

* Alternativet - 4 sessir (2,2).

* Frie Grønne - 0 sessir (0,5).

Blái vongur - 73 sessir (41,9 prosent).

* Venstre - 25 sessir (14,2 prosent).

* De Konservative - 12 sessir (6,7).

* Danmarksdemokraterne - 12 sessir (6,8).

* Liberal Alliance - 13 sessir (7,5).

* Nye Borgerlige - 7 sessir (3,8).

* Dansk Folkeparti - 4 sessir (2,4).

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,5).

Onnur:

* Moderaterne - 16 sessir (8,8).

Óvissan í kanningini er 3,2 prosentstig fyri báðar veingirnar. Óvissan fyri ymsu flokkarnar er ymisk, men opngantíð hægri enn 2,8 prosentstig.

Keldur: Voxmeter.

/ritzau/

 

 

Lars Løkke eigur sambært seianstu veljarakanningini avagerðina, um Mette Frederiksen kann halda fram sum forsætisráðfrú, ella onkur annar skal sjórna Danmark