Fleiri enn 10.000 krígsbrotsverk verða kannað

Tilsamans 10.257 mál um krígsbrotsverk í Ukraina verða í løtuni kannað. Tað upplýsa ukrainsku ákærumyndugleikarnir sambært The Guardian.

 

Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

223 børn eru dripin, síðani Russland byrjaði innrásina í Ukraina 24. februar, verður sagt. 633 børn eru særd.

Eftir at tey hava grivið fleiri lík fram, eru fleiri enn 200 lík, sum ikki eru eyðmerkt.

Rættarlæknar gera DNA kanningar av fólki, ið sakað síni nærmastu í kjalarvørrinum av hópdrápunum í Bucha, skrivar The Guardian í eini reprotasju.

 

 

Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix