Tað er helst longri millum streymslitini nú, í mun til fyrr. Men í gjárkvøldið misti partur av Havnini streymin eina løtu.
SEV hevur nú lagt eina frágreiðing á sína heimasíðu um orsøkina til streymslitið.
SEV skrivar soleiðis:
Kaðalbrek var orsøk til, at fólk í pørtum av Havnini mistu streymin í uml. ein tíma náttina til leygardagin.
Brekið er umvælt.