Frakland er opið fyri ukrainskum Nato-limaskapi alt fyri eitt

Frakland er opið fyri, at Ukraina beinanvegin fær boð um at gerast partur av verjusamgonguni hjá Nato.

Uttanríkisráðharrin í Fraklandi, Jean-Noel Barrot (vinstrumegin) vitjar í Ukraina um vikuskiftið. Her sæst hann saman við ukrainska uttanríkisráðharranum, Andrii Sybiha. - Mynd: Valentyn Ógirenko

Tað segði franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, leygardagin á vitjan í Ukraina. Tað skrivaði tíðindastovan Reuters.

- Viðvíkjandi innbjóðingini til Ukraina um at gerast limur í Nato, so eru vit opin fyri tí. Hetta er eitt orðaskifti vit hava við okkara sameindu, segði hann á tíðindafundi.

Her tók eisini uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andrii Sybiha, lut.

Fyrr í dagupplýsti russiska uttanríkisráðið, at NATO-limaskapurin hjá Ukraina ger tað ógjørligt hjá pørtunum at fáa eina diplomatiska loysn á stríðnum.

Í staðin fer tað at føra til eina herðing, stendur í ávaringini.

 

/Ritzau/

 

Uttanríkisráðharrin í Fraklandi, Jean-Noel Barrot (vinstrumegin) vitjar í Ukraina um vikuskiftið. Her sæst hann saman við ukrainska uttanríkisráðharranum, Andrii Sybiha. - Mynd: Valentyn Ógirenko