Elektroniktænastan Delta flytir nú í húsini, sum vanliga eru nevnd Knútsstova og Hotel Djurhuus í Gongini.
Eftir at hava verið í leigaum hølum seinastu átta árini, fer Delta nú í egin hús, sum liggja yvir av Essaba ella Café Natúr.
Tey gomlu húsini eru um at vera liðugt umvæld, og eigarin Brandur í Dali væntar, at handilin letur upp í nýggju hølunum um ein lítlan mánað.
Handilin í J. Paturssonargøtu letur aftur í morgin, hósdagin, men verkstaðið verður væntandi bara stongt eina viku.