Delta-frábrigdið er staðfest í Grønlandi

Greiningar vísa, at serlliga smittandi koronu-frábrigdið delta nú er funnið í Grønlandi.

 

 

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, hevur áður víst á, at delta-frábrigdið fyrr ella seinni fór at verða staðfest í Grønlandi.

 

Nú Grønland í dag hevur fingið svar upp á eina røð av koronu-royndum, sum eru tiknar, er greitt, at delta-frábrigdið er funnið millum hesar royndir.

 

Tað upplýsir landslæknin yvirfyri Sermitsiaq.

 

Seinastu tíðina eru fleiri vorðin sjúk við koronu í Grønlandi, og sambært landslæknaembætinum eru í løtuni 30 aktivir smittutilburðir í landinum. Hetta er lutfalsliga nógv, tá samlaða talið, síðan farsóttin tók seg upp, er 92.

 

Seinasta vikuskiftið var delta-frábrigdið eisini orsøkin til, at Ísland aftur noyddist at seta í verk avmarkingar í landinum, hóast 85 prosent av fólkinum eldri enn 16 ár eru liðugt koppsett.

 

Delta-frábrigdið hevur fingið talið av smittutilburðum í Íslandi at veksa skjótt. Fyri átta døgum síðan lá talið av aktivum koronu-sjúkum í Íslandi um 60, men nú er talið komið upp á heili 371.