John Demjanjuk varð í dag dømdur fimm ára fongsul fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga. Dómurin fall í rættinum í Munchen. Demjanjuk, sum er 91 ára gamal, varð ákærdur fyri at hava ábyrgd av, at meiri enn 27.000 fólk doyðu í týsku týningarleguni Sobibor í Póllandi, har hann var fangavørður.
John Demjanjuk, sum upprunaliga er úr Ukraina, flutti til USA aftan á heimsbardagan, men í 2009 játtaðu amerikonsku myndugleikarnir at senda hann til Týsklands til rættarsókn.
Rættarmálið ímóti honum verður mett at vera tað seinasta í sambandi við nazi-brotsverkini undir seinna heimsbardaga.