Demokrati og vælferð kostar pengar

Landskassin fær rættuliga stórar búskaparligar trupulleikar komandi árini – verandi skatta- og avgjaldsinntøkur fara at minka munandi, fáar nýggjar skatta- og avgjaldsinntøkur koma av sær sjálvum í staðin, rakstrarútreiðslurnar hækka og gerast muga fleiri íløgur fyri at skapa vinnuligt virksemi o.a.

Spurningurin er m.a., hvør búskaparpolitikkur hóskar frægast til hetta útgangsstøðið? Í løtuni er onki greitt politiskt svar uppá henda spurningin.

 

Búskaparliga útgangsstøðið er m.a., at í 2009 er planlagt eitt hall uppá 520 mió.kr. og roknast kann við framhaldandi stórum halli komandi 3-5 árini. Politiskt verður lagt upp til at halda aftur í rakstrarúreiðslunum fyri at minka um hallið á fíggjarlógini – m.a. tí landið uppá sikt kann fáa stórar trupulleikar at fíggja eitt hall ella ein rakstur, sum ikki tamarhald er á politiskt. Ætlanin er kortini at fremja íløgur fyri at skapa vinnuligt virksemi o.a. Vit kunnu eisini her tosa um konjunkturjavnan í búskapinum og stabilisering.

 

Almennar tænastur eru vorðnar ein alt meira týðandi partur av vælferðini og er ein høvuðsorsøk til, at fólk búleikast í landinum. Tí skal ansast eftit, at almennar kjarnuveitingar (orðing hjá Jóannes Ejdesgaard) og aðrar veitingar verða skerdar ella skornar burtur – avleiðingin kann heilt einfalt gerast fólkafráflyting ella ongin tilflyting. Harfyri verður ikki sagt, at landsstýrið og løgtingið ikki eiga at gera øðrvísi raðfestingar og sparingar, har tað ber til. Av tí, at almennar tænastur eru ”ókeypis” fyri flestu borgarar, so kann eftirspurningurin lættliga gerast óendaligur.

 

Eitt samfelag er sett saman av nógvum individum og málbólkum, sum øll hava ymiskan tørv – og tað kostar tíð, orku og peningar at veita hesum tænastur. Tað skal verða pláss fyri okkum øllum. Vilja vit varðveita demokrati, vælferð, trivna, frælsi og dygd til tann einstaka og serligar málbólkar, so kostar tað peningar. Eri tí samdur við teimum, sum siga, at trýstið á almennar tænastur bara fer at vaksa við kravi, um betri tænastur og fleiri nýggjar tænastur frá tí almenna.

 

Tað, sum er viðkomandi politiskt, er at fáa til vega faktuella vitan um tænastustøðið í mun til tey samfeløg, sum vit kappast við, um okkara borgarar – roknskaparanlysur og benchmarking er eitt amboð at greina hetta. Spurningurin er, um tørvurin á almennum tænastum er undirtryktur, normalur ella um vit hava ein kappingarføran almennan sektor í mun til okkara grannalond.

 

Loysnir, sum eru frammi, eru td. trimming, rationaliseringar og sparingar. Men vit hava við at gera eina rættuliga viðbrekna skipan, sum eigur at viðgerðast við skili – leingi at byggja tænastur upp, men nakrar mánaðir at bróta niður. Vit kunnu taka eitt dømi um val av tænastum – valið kann standa ímillum sjúkraviðgerð ella útbúgving – ella skulu vit kalla sjúkraviðgerð eina almenna kjarnuveiting og ikki útbúgving, og hvat við øðrum almennum tænastum, sum onnur halda verða virðisskapandi uppá longri sikt. Logiskt kann sigast, at verða næstan ongi fólk eftir Føroyum, kann alt gera tað sama – tí muga nøkur økir raðfestast meira enn onnur. Tað nýttar lítið at hava góð klæðir og bil, og lurta eftir góðum tónleiki – men ongan mat og drekka.

 

Samanlegging og felags skipanir er eitt gandaorð – men vit muga ansa eftir ikki at skapa kaos og taka alla motivatión frá einstøku stovnunum og skipanunum. Stóripottur kann hava við sær líkasælu, nakað óstýrligt og flýggjan undan ábyrgd.

 

Ein kanning í Danmark herfyri vísti, at danir heilt greitt ynskja eina høga vælferð frá tí almenna heldur enn skattalækkingar. Hetta sigur nógv um, hvussu týdningarmikið og høgt borgarin raðfestir eina góða og kontinuerliga almenna tænastu til børn, ung, vaksin og eldri.

 

Tað er áhugavert, at kanna, hvussu vit kunnu varðveita verandi tænastustøðið, við hvussu stórum halli og í hvussu nógv ár. Í meðan eigur tað almenna at satsa uppá, at skapa karmar fyri vinnuligari menning – eitt nú í útflutningsvinnuni. Bara við einari kappingarførari útflutningsvinnu kunnu vit varðveita og menna ein kappingarføran almennan sektor - alternativt kunnu føroyskir borgarar lætt flyta til onnur lond.

 

Tað handlar um at tora politiskt at gera neyðugar raðfestingar og ikki skjera javnt við tí úrsliti at skaða allastaðnis. Til hetta krevst amboð sum langtíðarætlanir til rakstur og íløgur. Á henda hátt kunnu vit stigvíst og kontinuerligt byggja upp og skapa dygd í almennu tænastunum – ein almennur sektor, sum eisini kann samstarva professionelt við vinnuna (ikki kappast við vinnuna).

 

Føroyskir politikarar vilja hava alt, býta gott og ringt javnt, men fáa afturfyri lítil og ongi framstig – minnir nógv um meginreglurnar fyri ein planbúskap. Skuldi nakar ivast, so er knappheit á pengum í Føroyum í løtuni og komandi 10 árini. Einasti møguleikin at skapa bestu búskaparligu úrslitini og skapa størri virðisøking í samfelagnum og vinnuni, er at fokusera og raðfesta rætt. Tað snýr seg um at flyta tilfeingi í nýggjar vinnur og skipanir – og ikki at gera fólk arbeiðsleys.

 

Hvat er boðskapurin í fyriliggjandi fíggjarlóg 2009 – sparingar allastaðnis, nýggjar inntøkur til landskassan, búskaparligur stabilitetur og hvussu, økt vælferð, nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, raðfestingar av ávisum økjum, effektiviseringar á ávísum økjum, útbjóðing av almennum tænastum, sjálvberandi búskapur, visjón 2015, privatisering av almennum fyritøkum, arbeiðsskapandi íløgur, globalisering, tøknimenning, vinnulig gransking og innovatión, bygnaðarbroytingar, menning av nýggjum útflutningsvinnum, menning av lokaløkjum o.a. - ella bara rutina og óendalig avritan av fortíðini?

 

Kann landsstýrið ella løgtingið, sum hevur samtykt fíggjarlógina, í 3 punktum nevna høvuðsboðskapirnar í fíggjarlógini 2009 – hetta kann brúkast til at fáa áhugabólkar og aktørar í samfelagnum og vinnuni at hjálpa til at náa teimum málum, sum sett verða politiskt.

 

Er talan um kreppu í samfelagnum snýr politisk leiðsla seg um at skapa stabilitet, men stabilitetur merkir ikki at verða passivur ella afturlítandi. Kreppuleiðsla inniber m.a. innlit, royndir, váðagreiningar, serloysnir, raðfesting, samstarv, samskifti, teamwork, mál, strategi, plan A og B, støðutakan og handling. Spurningurin er um politiska skipanin megnar at loysa eina slíka krevjandi leiðsluuppgávu.