Tey, sum høvdu væntað sær eitt beiskt og hart orðaskifti um Føroyar, homoseksuell, fosturtøku og særdar føroyskar kenslur, blivu vónbrotin, tá Naser Khader tók mikrofonina, og í besta demokratiska anda talaði um sakina: Um orsøkirnar til, at hann hevur valt at víga lív sítt til stríðið fyri demokrati og ímóti religiøsari fanatismu, bæði kristnari, men so sanniliga eisini nógv umrøddu islamismuni, sum ger alt meira um seg í heiminum í dag.
Naser greiddi frá, at hann hevur stríðist fyri demokratii tvørtur um mentanarlig-, landafrøðilig- og religiøs mørk. Hann veit sjálvur hvat tað vil siga, at liva í ófrælsi, eitt nú var faðir hansara dømdur til deyðan av sýriska konginum Hassan, tí hann var við í einum mótstøðubólki móti konginum. Tí snúði ein góður partur av fyrilestri hansara seg um umstøðurnar hjá demokratinum í Miðeystri.
Millum tvær mentanir
Naser kennir seg sum bæði dana og sýra, og vildi staðiliga vera við, at tað ber til at kenna seg sum bæði, og at tað í roynd og veru er ein spurningur um virðing fyri fólki, um tú megnar at blanda tvær mentanir. Í hesum sambandi prátaði hann eisini nógv um integratión, har hann staðfesti, at vit hava ikki rætt til at háða fólk fyri teirra trúgv ella mentan, men at øll fólk í einum samfelagi hava skyldu til at laga seg eftir landsins lógum.
Eisini fall prátið á hugtøk sum skyld, æru og skomm, har vit føroyingar helst líka muslimum meira enn dønum. Hann vildi vera við, at tað í tílíkum mentanum er tað vanligt at foreldrini halda børnunum niðri, tí tey ynskja ikki at fólk skulu tosa ilt um tey, um tey bróta burturfrá. Tí er alneyðugt, at foreldur leggja líka petti í hvat nærumhvørvið sigur, og at hesi børn eisini eru tey, sum klára seg best.
Fegnast um kreppuna
Avleiðingarnar av Muhammed kreppuni vóru eisini uppi og vendi, og sambært Naser Khader, er støðan hjá muslimum í Danmark batnað síðan kreppuna, tí fólk eru vorðin alt meira tilvitað um, at tað er nógv størri munur á muslimum, sum á dønum. So hann fegnaðist um orðaskiftið og avleiðingarnar av kreppuni, tí sum hann segði, so elvdi tað til eitt leingi tiltrongt orðaskifti innanhýsis í muslimska umhvørvinum, bæði í vesturheiminum, men so sanniliga eisini í muslimska heiminum. Naser heldur tískil ikki, at vit kunnu vænta eina álvarsliga konflikt millum kristna og muslimska heimin, men at kravið um demokrati frá fólkunum í miðeystri fer at elva til ófrið millum londini har. Eitt av høvuðsstríðsmálum Nasers er at kunna um, at islam og demokrati saktans kunnu ganga saman, um tú tulkar koranina við verðsligum brillum.
--OOOOOO---OOOOOOOOOOOOOO---------
Gott er at skelva saman
Naser fortaldi eina ómetaliga sigandi søgu, um tað at vera fremmandur og at kenna seg uttanfyri. Hetta var í sambandi við, at hann arbeiddi sum tulkur fyri innflytarar í Danmark. Har kom hann í samband við ein Iranskan verkfrøðing, sum í 25 ár hevði verið størsti góðgætisframleiðarin í heimlandi sínum. Hesin tilkomni maðurin var tískil bæði væl fyri og høgt í metum har niðri. Men, sum so mong onnur noyddist hann at flýggja undan harðrenda stýrinum, og endaði í Danmark, har hann fekk boð um, at útbúgvingin sum verkfrøðingur bert kundi verða góðkend, um hann tók helmingin av henni umaftur í Danmark. Men fyrst skuldi hann læra seg danskt á miðnámsskúlastøði.
Av tí at maðurin hevði verið fyri torturi, lærdi hann ikki málið nóg væl, og eftir at hava gingið til danskt í seks ár, var hann so frustreraður, at ein dagin bleiv hann frá sær sjálvum inni á sosialsentrinum – rópti og leikaði í, kappaði borðinum, og kunngjørdi, at nú kundi tað vera nóg mikið: Hann vildi sleppa til arbeiðis.
Nakrar dagar seinni hitti Naser hann og spurdi hvussu gekk. Jú, hann var sloppin í starvsvenjing í einari bommverksmiðju.
Naser spurdi, hvussu honum dámdi.
Jú, ongantíð í lívinum hevði hann verið meira eydnuríkur. Bara tað at standa niðri á busssteðgiplássinum og skelva klokkan fimm um morgunin saman við hinum fólkunum, sum vóru á veg til arbeiðis, var tað størsta sum kundi henda.