Manchester United var ein minutt ella so frá at vinna enn ein torføra útidyst, men Clint Dempsey spilti ballið, tá hann við málið í evstu løtu tryggjaði Tottenham eitt stig.
Tað var ikki óvætnað Robin Van Persie sum skoraði, tá Manchester United kom á odda í fyrra hálvleiki. Tom Cleverley legði bóltin innfyri úr høgru, og við handari stong stútaði Robin Van Persie bóltin í málið.
Leingi sá út til, at Manchester United fór at halda sjey stigs frástøðuna niður til grannarnar úr Manchester City, sum vunnu í gjár. Men tveir minuttir inn í yvirtíðina megnaði David De Gea ikki at boksa bóltin vekk, og tað endaði við, at Clint Dempsey varð spældur leysur og skoraði.
Manchester United hevur vunnið á útivølli móti liðnum sum Chelsea, Manchester City og Liverpool, men tað eydnaðist ikki at fáa sigurin á White Hard Lane. Manchester United er nú fimm stig fremst.
Premier League:
Tottenham Manchester United 1-1 (0-1)
0-1 Robin Van Persie, 25
1-1 Clint Dempsey, 90+2
Chelsea Arsenal 2-1 (2-0)
1-0 Juan Mata, 6
2-0 Frank Lampard, 16 br
2-1 Theo Walcott, 56