Dennis Agerblad tulkar Tórodd Poulsen

Fyrst í næsta mánaði kemur nýggj fløga á marknaðin, har Dennis Agerblad tulkar yrkingar eftir Tórodd Poulsen. Talan er um eina tvífløgu, sum bæði hevur upprunayrkingarnar við og danskar umsetingar. Føroyska útgávan ber heitið Málhøvd, meðan danska útgávan eitur Sproghoved.

 

Fløgurnar báðar fevna um 12 yrkingar úr fimm ymsum verkum eftir Tórodd Poulsen, sum Dennis Agerblad hevur gjørt løg til og sungið.

 

Í tíðindskrivi sigur Dennis Agerblad millum annað soleiðis:

- Mær dámar sera væl yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen, og havi fleiri ferðir lisið upp og umsett fyri vinum. Eg havi eisini veri útið á bókmentakafeum og lisið yrkingar eftir Tórodd Poulsen.

 

Dennis Agerblad greiðir eisini frá, hví hann hevur valt at hava yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen á bæði føroyskum og donskum.

- Eg valdi at útgeva fløgan bæði á føroyskum og donskum, tí eg haldi eisini, at danskarnir skulu sleppa inn í hansara undarligu verð, ið hóskar sera væl til mín, sigur Dennis Agerblad.

 

Tóroddur Poulsen hevur hugt umsettu yrkingarnar ígjøgnum og góðkent tær.

- Tá eg hevði umsett yrkingarnar, var eg noyddur at fara heim til Tórodd. Tí tað var eitt vers, eg ikki kundi umseta. Men tað kundi hann heldur ikki sjálvur, so hann fann bara uppá naka nýtt. Uppá henda mátan tryggjaði eg mær eisini, at alt var umsett rætt og góðkent, sigur Dennis Agerblad.

 

Tað er framleiðarin Mathuresh, sum hevur arbeitt víðari við løgunum og Jan Eliasson hevur mastrað. Hann hevur áður mastrað bólkar sum Aqua, Nic & Jay, Nephew, Tommas Troelsen, Peter Sommer og Turboweekend

 

Dennis Agerblad sigur at enda í tíðindaskrivinum, at hann ætlar at gera fýra sjónbandaløg til fløguna. Higartil eru tvey gjørd og tey síggjast a YouTube.

 

Tað er Tutl, sum gevur fløguna hjá Dennis Agerblad út tann 3. september.