Soleiðis ljóðar yvirskriftin í grein í eysturríksa blaðnum, Der Standard. Orðini eigur Christian Lamhauge Holst. Í greinini verður eisini tosað við millum annað Lars Olsen.
Føroyska landsliðið hevur fingið nógva umtalu í eysturrísku miðlunum seinastu dagarnar. Jens Martin Kundsen hevur havt bókaframløgu í Wien, bløðini eru á tremur við søgum um føroyska landsliðið, og í gjár vóru spurningar um føroyska landsliðið í spurnarkapping í eysturríska sjónvarpinum.
Eitt av bløðunum, sum hevur víst føroyska landsliðnum ans er Der Standard. Í greinini verður lagt upp til, at tað í dag er meiri yrkisfótbóltur yvir føroyska landsliðið enn tað var í 1990.
Eisini verður tosað við føroyska landsliðsvenjaran Lars Olsen. Hann er ikki í iva um, at føroyska landsliðið fær eina torføra uppgávu og at Eysturríki er stórfavorittur.
- Eysturríki er greiður favorittur. Tit eru mitt í kappingarárinum, meðan okkara akkurát er byrjað, sigur Lars Olsen.
Christian Lamhauge Holst greiður eisini frá okkara støðu.
- Vit eru 50.000 fólk og tað er ov lítið. Okkara møguleiki er, at øll hini skulu vinna á okkum. Trýstið er á teimum. Fyri okkum er hvørt stig sum eitt heimsmeistaraheiti, sigur Christian lamhague Holst.
Greinin endar við at staðfesta, at føroyskur fótbóltur er komin langt síðani 1990, og at vit hava fleiri yrkisfótbóltsspælarar.
Landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar verður fríggjakvøldið klokkan 19:30.